Í kvøld spæla LÍF og B71 útsetta dystin millum feløgini. Dysturin skuldi spælast fyri 10 døgum síðani, og hann varð eisini settur í gongd, men veðrið var so vánaligt ta ferðina, at dómarin steðgaði dystinum aftur. Nýggjur dystur var ásettur at verða spældur í Leirvík í kvøld. B71 hevur lagt seg fram um LÍF í toppinum í 1. deild eftir dystirnar um vikuskiftið, har B71 vann stórsigur, og LÍF snávaði á heimavølli ímóti TB. AB er farið at anda B71 og LÌF í nakkan, men tað liðið, sum vinnur toppdystin í kvøld, kann leggja seg einsamalt á odda í deildini, nú 10 umfør eru spæld.