Toppdysturin verður í Sandavági

Í síðsta umfari í fyrsta triðingi av kappingini í næstbestu deildini fær 07 Vestur vitjan av B71

Seinnapartin og í kvøld verður punktum sett fyri fyrsta triðinginum av kappingini í næstbestu deildini í fótbólti.

Níggjunda umfar er á skrá. 07 Vestur er ovast á talvuni. Vágamenn fáa seinnapartin vitjan av B71, sum higartil hevur staðið seg væl. Undan dagsins umfari eru sandoyingar saman við B68 á triðja plássi.

Størsti favoritturin í dagsins umfari man vera Skála. Skálamenn eru á uppflytingarplássi. Í dag fáa teir vitjan av MB, sum framvegis bíðar eftir at vinna fyrsta stigið síðani uppflytingina.

B68 er væl við í kappingini um fremstu plássini. Í kvøld fáa toftamenn vitjan av AB, sum higartil hevur staðið seg væl í næstbestu deildini.

Í morgin hittast bestu liðini hjá KÍ og Víkingi. Seinnapartin hittast næstbestu liðini hjá feløgunum í Klaksvík. Undan grannauppgerðini er Víkingur á niðurflytingarplássi.

Samstundis sum besta B36 liðið fer at spæla á Vágseiði, fer næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum at spæla í Gundadali ímóti NSÍ.

 

 

B36-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

07 Vestur-B71: Vinjard Dam kl. 17.00

KÍ-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

Skála-MB: Hallur Christiansen kl. 15.00

B68-AB: Bjarki Danielsen kl. 18.00

 

Støðan

07Vestur 21

Skála 19

B68 og B71 16

AB 14

KÍ og NSÍ 9

B36 7

Víkingur 5

MB 0

07Vestur og NSÍ hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir

 

mynd: Eli Hentze