Toppliðið tapti á Skála

1. DEILD: Skála skoraði sigursmálið í síðstu sekundunum

Skálamenn eru ellivu ferðir fyrr í ár farnir av vøllinum við einum stigi. Tá ið fjórði dómarin vísti skiltið, sum segði, at tað vóru fýra minuttir lagdir aftrat, var støðan 1-1, og tólvti javnleikurin sá út til at vera fýra minuttir burtur.

Men í dag koppaði tað til fyrimunar fyri Skála, tá ið 92 minuttir vóru farnir. Eftir innlegg úr vinstru og út frá smekkaði Leivur Zachariassen til. Víkingaverjan blokeraði, bólturin fór upp í luftina, og á fimm metrum var Andreas Egeberg Jacobsen fyrri á bóltiunum enn málverjin, og so sendi hann við høvdinum bóltin í málið.

Skála vann 2-1 og syrgdi harvið fyri, at fjarstøðan til niðurflytingarpláss framvegis er trý stig. Skála er á áttanda plássi við 20 stigum, og HB er á níggjunda plássi við 17 stigum.

Favorittarnir í Víkingi løgdu seg framum, tá ið smáir tjúgu minuttir vóru farnir. Ingi Jonhardsson legði flatt innfyri úr vinstru, og Martin Klein Joensen, sum í summarsteðginum skifti úr NSÍ og aftur til Víking, skoraði.

Skála hevði greiða yvirvág í spæli og Leivur Zachariassen sendi við frísparki bóltin í tvørtræi, men tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað eydnaðist at javna.  

Akkurát innskifti Poul Kallsberg javnaði, eftir álop í høgru og innlegg frá Andreasi Egeberg Jacobsen.

Eftir at Skála hevði javnað, var spælbýtið meiri javnt. Bæði Skála málverjin, Martin Danielsen, og Víkinga málverjin, Bárður á Reynatrøð, høvdu fínar bjargingar, áðrenn tað loksins eydnaðist heimaliðnum at skora sigursmálið.

Hóast tapið er Víkingur framvegis topplið við 40 stigum.