Toppliðið vitjar á Skála

16. umfar í 1. deild í fótbólti er nú á skránni. TB hevði longu mikukvøldið vitjan av Víkingi, sum fór av Sevmýri við 4-1 tapi.

Sambært skránni skuldi VB/Sumba vitjað í Runavík í dag. Tann dysturin er útsettur til í morgin. Tað kemst av, at ein av VB/Sumba spælarunum, Heini Vatnsdal, orsaka av at U-19 landsliðið er í Lyngby, ikki verður tøkur hjá VB/Sumba fyrrenn í morgin.

Við trivaligum sigri á Sevmýri í 15. umfari legði B71 seg á fremsta plássið. Í dag fara sandoyingar vitja á Skála. Tað hilnaðist ikki væl hjá Skála í 15. umfari. Skálamenn høvdu vitjan av MB, sum er botnlið, og MB vann 1-0. Hetta var fyrsti sigurin yvirhøvur hjá MB í ár. Í hesi vikuni hava skálamenn fingið styrk, nú Bogi Gregersen er fluttur úr B68 og aftur til Skála.

Í Gundadali verður spennandi uppgerð. HB, sum ikki møtti upp í Vági fyri einari viku síðani, eigur heimavøll. Gestirnir eru FC Hoyvík, sum hevur styrkt nógv um liðið í summarsteðginum.

B68 legði bragdliga fyri í vár. Fýra tær síðstu ferðirnar hava toftamenn einki stig fingið burturúr. Í dag fer MB at vitja á Svangaskarði.

 

1.deild

16. umfar

Mikudagin 22. juli

TB-Víkingur 4-1

 

Leygardagin 25. juli

Skála-B71: Ransin Djurhuus

HB-FC Hoyvík: Georg Rasmusen kl. 15.00

B68-MB: Andrew Christiansen kl. 15.00

 

Sunnudagin 26. juli

NSÍ-VB/Sumba: Birgir Sondum

 

Støðan

B71 30

HB 28

VB/Sumba 28

TB 28

FC Hoyvík 22

NSÍ 21

B68 20

20

Víkingur 17

Skála 11

MB 5