Toppskjúttarnir hittast

Tvær ferðir fyrr í ár hava KÍ og NSÍ dystast, og báðu ferðirnar hava klaksvíkingar vunnið fulla úrtøku.
Seinastu vikurnar hevur tað gingið væl hjá NSÍ, sum hevur vunnið fimm stig burturúr trimum teimum seinastu av­bjóð­ingunum. Mikukvøldið kom KÍ aftur á beint við 3-1 sigri á Toftum, eftir at tað tríggj­ar ferðir á rað ikki hevði eydn­ast at vinna nakað stig.
Sunnudagin ber til at siggja bestu føroysku málskjúttarnar á sama vølli. Klæmint A. Olsen hjá NSÍ, sum í vikuni varð út­tikin til landsliðsferðina til Týsklands í næstu viku, hevur skorað trettan mál, og Páll A. Olsen í KÍ hevur skorað fjúrtan mál. Saman við Clayton Soares hjá ÍF er Páll ovast á mál­tind­inum.
Hjá NSÍ er verjuspælarin Jens Joensen tøkur aftur, eftir at hann var leik­bann­aður mikukvøldið, tá ið NSÍ á heima­vølli vann 1-0 á steypa­vinn­arunum í Víkingi.
Hjá KÍ spældi miðvallarin Ivan Joensen so sannførandi mikukvøldið, at tað verður torført at halda honum á beinkinum ímóti NSÍ. Tríggir KÍ spælarar, sum vóru leik­bann­aðir mikukvøldið, eru tøkir aftur – Henry Heinesen, Heðin Klakstein og John Hammer.

KÍ - NSÍ: Juha M. Kanniainen (Finland)
sunnudagin 2. september klokkan 15.00