Tora ikki at sigla við Strandferðsluni

Tann sjúka atferðin verður allatíðina hildin viðlíka - uttan viðgerð - við at sjúklingurin slepp-ur uttan um tað, sum hann er bangin fyri. Hetta er ein lætti fyri tey, tí tey sleppa undan at verða sett andlit til andlits við trupulleikan.
Soleiðis kunnu mong ganga ár eftir ár, men tað hevur hinvegin eisini ein prís: At trupulleikin ikki verður loystur. At støðan bara versnar. Og at tey ikki fáa eyguni upp fyri, at tað tey mugu rýma undan er minni álvarsamt enn prísurin.
Tak sum eitt dømi ein sjúkling sum ikki torir at sigla við einum av Strandfaraskipunum. Hetta byggir á eina hugsan um, at tað er vandamikið, tí skipið kann altíð søkka.
Her kemur so amboðið hjá tí kognitiva enn einaferð inn og spyr viðkomandi um sannlíkindini fyri at hetta skipið, sum hevur røkt farleiðina í áravís, skal søkka ein góðveðursdag.
Spurt verður, hvar sjúklingurin hevur lært at óttast siglingina. Hann kann hava kent onkran sum er farin á sjónum, ella viðkomandi sjálvur hevur verið umborð á báti í illveðri.
Hesin veruleikin verður so lagdur í ta kensluligu goymsluna, og ávirkar atferðina hjá viðkomandi hvørja ferð talan er um sigling millum oyggjar-nar.
Spurningurin til sjúklingin verður so aftur, um henda eina upplivingin skal hava ávirkan á allar hinar túrarnar, tú annars skuldi hava í góðveðri.
Her kann sjúklingurin seta upp eina lista við øllum hugsandi møguleikum fyri tí kensluliga óttanum fyri siglingini, og ein annan lista við teim sannroyndu møguleikunum.
Við einum slíkum amboð kann sjúklingurin so læra, at velja hvat hann heldur vera mest veruleikakent og síðani venja seg við hetta í veruleikanum.