Tornini við landsenda (II)

Scillyoyggjarnar. Oyggjar og vitar útfyri Landsenda. Fyrstu búðsetingarnar á Scillyoyggjunum eru førdar aftur í bronsualdurin, tá oyggjarnar vóru ein stórur landbiti. Eisini eru ymsar fornleivdir, ið benda á rómverska herseting. Luttøka føroyinga í róðri í gig er broytt í framtíðini og fleiri kunnu nú kappast um at manna føroysku gigina

Scillyoyggjarnar. Í fyrra partinum varð sagt frá um føroyska ferðalagið, sum um mánaðarskiftið apríl/maj vitjaði á oyggjunum, fyri at fylgja føroysku manningunum, sum róðu í gig.

Eisini varð komið nakað inn á sjálvar oyggjarnar, søgu og landslag

Hjá føroyingi er tað heldur enn ikki heimligt at seta seg í lítið flogfar og síggja oyggjar í havsbrúnni. Tað er bara tað, at flogfarið er minni, enn á ferðum til Føroya. Eisini eru oyggjarnar minni. Og so er veðrið so nógv betri, ella í hvussu er heitari.


Sum í tropunum

Føroyingar syngja um tropurnar. Stórt meira kunnu vit ikki gera, tí peningaposin skal vera rættiliga tungur, áðrenn ein ferðast alla ta longu leið til tropiskt veðurlag.

At sunnasti parturin av Onglandi hevur tropiskt veðurlag, kemur ikki mongum til hugs.

Útfyri Landsend liggja Scillyoyggjarnar.

Navnið Scilly sigst koma av Sulli. Sun Isles. Ella á føroyskum sól oyggjar.

Veðurlagið er rættilga støðugt og ikki eru broytingarnar serliga stórar tær ymsu árstíðirnar, bert eini 9 stig.

Fyrstu búðsetingarnar á Scillyoyggjunum eru førdar aftur í bronsualdurin, tá oyggjarnar vóru ein stórur landbiti. Eisini eru ymsar fornleivdir, ið benda á rómverska herseting.

Hóast tað kann tykjast løgið, so er tað í veruleikanum so, at hesar vøkru sóloyggjar útfyri Landsenda, liggja nærum líka sunnaliga, sum t.d. París.

Landafrøðiliga eru oyggjarnar ein røð av granitt toppum. Tilfarið er øðrvísi, enn tað á meginlandinum við Landsenda. Tað er hvítari og bleytari.

Sandur er eisini fram við landi, so hugmyndin um baðistrond fær lív.

Veðurlagið ger tað liviligt hjá blómum og fugli og bæði fuglafrøðingar og tey, ið hava áhuga fyri blómum, kunnu fáa nógv burturúr. Serstakliga er tað plantulívið, ið kann taka sjálvt leikmanninun av fótum. Bara tað at síggja pálmar og aðrar tropiskar plantur flytir ferðamanninun í huganum langt burtur frá norðurlendskum strondum.


Tropiskur aldingarður

Umframt at hava góð livilíkindi fyri plantulívi, so er eisini áhugavert at vitja í Tresco Garden. Har eru alskins blómur og vøkstur at síggja og uppliva. Tað sigst, at gomul siðvenja var, at sjómenn tóku plantur heim við sær av langvegis ferðum.

Tað var Augustus Smith, sum grundlegði garðin, stutt eftir at hann kom til oyggjarnar í 1834.

Umframt planturnar, so kann ein eisini síggja leivdirnar av Old Abbey. Leivdirnar av einum Benedictinara klostri. Mett verður, at munkar settust niður har millum ár 1042 og 1066.

Søgan um oyggjarnar er merkt av skipsvrakum, sum greitt frá í fyrra parti, og eisini í Tresco Garden eru leivdir av skipum, millum annað kanónir og skipsfigurar, ið hava verið framman stavn á størri seglskipum.

Tresco Garden er ein stuttlig søga og so savgjørt ein áhugaverd og minnilig uppliving.


Broyting í róðrinum

Gig. Soleiðis nevnast bátarnir. Sum greitt frá seinast, byrjaði kappróðrur í gig, tá menn kappaðust um at verða fyrstir úti hjá skipum, sum teir kundu vera losur hjá.

Veruliga góð før vórðu ikki ment, fyrr enn í seinnu helvt av 19. øld. Framvið vesturstrond Onglands sóu skjótir árabátar dagsins ljós og Peters of Mawes bygdi sína fyrstu gig í 1790.

Ein gig hevur seks árar og hevði ikki loyvi at hava meira, tí so hevði hon verið av skjót fyri myndugleikararnar í góðu gomlu smuglaradøgunum.

Kring Scillyoyggjarnar liggja mong skipsvrak á havsins botni. Umframt at vera losar, so kom meira enn so fyri, at menn máttu vága lív fyri at bjarga skipum, manning og farmi. Eisini her kom gigin inn í myndina og vísti seg at rigga sera væl.

Mangar eru søgurnar um slíkar hendingar. Í 1910 vóru aftur boð eftir gigum. Skipið Minnehaha fór til botns. Umborð vóru 243 oksar, ið vórðu blakaðir á bláman, har gigirnar síðani gjørdu fast og sleipaðu til lands. Ein av gigunum var Czar.

Í róðrinum, sum føroyingar í ár luttóku í, var ein gig, ið bar hetta navn. Um ta er ein og sama gig, skal ikki staðfestast her, men ein sannroynd er tað, at mangar av gigunum eru sera haldgóðar og gamlar.

Hvussu leikur fer komandi árini viðvíkjandi føroyskari luttøku í róðri í gig, vil tíðin vísa. Róðrarsambandið skal í framtíðini taka sær av at samskipa árligu luttøkuna, og ikki oljufeløgini, ið fingu hetta í lag. Tey vera tó framvegis høvuðsstuðul.

Stóra broytingin er, at nú eru fleiri, ið kappast um at manna føroysku gigina á Scillyoyggjunum og kvinnurnar fáa nú eisini sítt sjálvsagda pláss.

Tá ein uppá eitt stutt vikuskifti ferðast við flogfari heilar 8 ferðir og verður so ríkiliga mettaður við upplivingum, so er tað ikki lætt at seta orð á alt tað, ið ein sum væl nøgdur ferðamaður vil, at onnur eisini skulu fáa lut í.Víst er tað, at føroyingar eiga at taka seg saman í ferðalag, sum í framtíðini ferðast til Scillyoyggjarnar, tá føroyingar rógva har.

Lættast er at gera eina roynd at greiða frá, vísa myndir, um ein hevur nakrar, og annars staðfesta gomlu orðini um, at orð til tíðir eru fátøk.