Tórshavnar kommuna skal viðgera ávarin umaftur

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um eina ávaring, ið Tórshavnar kommuna hevði latið einum starvsfólki hjá kommununi.

Álit um avgerð hjá Tórshavnar kommunu um at geva einum starvsfólki eina ávaring

 

Umboðsmaðurin helt, at soleiðis sum ávaringin var orðað, leyk hon ikki kravið um greidleika.

 

Umboðsmaðurin helt eisini, at Tórshavnar kommuna í ávaringini ikki hevði víst á slík faktisk viðurskifti, ið góvu umboðsmanninum orsøk at halda, at starvsfólkið hevði brotið sína lýdnisskyldu.

 

Umboðsmaðurin heitti á Tórshavnar kommunu, um at endurskoða avgerðina at geva viðkomandi starvsfólki eina ávaring og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum

 

Les meira