Toskarok í eygsjón

Kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at toskayngulið tvey tey seinastu árini hevur verið óvanliga nógv undir Føroyum. Hetta fer helst at síggjast í fiskiskapinum um tvey til trý ár

Serliga í ár hevur nøgdin av toskaynguli verið stór, men eisini yngulkanningin í fjør bar boð um góðar toskatíðir. Hesum váttar Jákup Reinert, fiskifrøðingur, ið arbeiðir fyri Fiskirannsóknarstovuna.

Alt annað líka, so kunnu línubátarnir um tvey ár rokna við at renna seg í tosk, meðan meðan trolskipini mugu bíða trý ár.


Vandi

Men tað er tó vandi í hvørji vælferð, og á Fiskirannsóknarstovuni er orðið »toskarok« at kallað enn bannlýst. Nógv kann enn broyta annars so positivu myndina.

? Vit hava áður sæð, at ár við nógvum toskaynguli ikki hava sæst aftur í fiskiskapinum, tá avtornaði. Ein vandi er, at toskayngulið verður etið av øðrum fiski ? fyrst og fremst toskinum sjálvum, sigur Jákup Reinert.

Toskurin gýtur úti á, og yngulið ferðast í ovaru løgunum einar tríggjar mánaðir, inntil tað er vorðið einar 4 sentimetrar til støddar. Síðani gongur leiðin inn undir land, og her brúkar smátoskurin so útivið tvey ár at vaksa seg stóran í. Tá toskurin er tvey ár, søkir hann aftur út frá, og tvey ára gamal toskur er vanligur fongur hjá línubátum. Ikki fyrr enn toskurin er trý ár, er hann nóg stórur at verða fangaður av trolmeskunum.


Niðurskurð kortini

Hóast positivu toskayngultølini frá Fiskirannsóknarstovuni, so er orðið niðurskurður framvegis eitt lyklaorð í sambandi við fiskiskapin undir Føroyum.

Tingið hevur somuleiðis samtykt, at lækka fiskidagatalið við fimm prosentum. Jákup Reinert sigur við Sosialin, at hetta er eitt stig á røttu leiðini, og sum støðan sær út í dag, so kunnu stovnarnir tola ein stigvísan niðurskurð í fiskidagatalinum. Hetta merkir sostatt, at sum tølini síggja út í dag, so fer Fiskirannsóknarstovan aftur komandi ár at mæla til ein niðurskurð í fiskidagatalinum. Jákup Reinert garderar seg tó.

Fiskirannsóknarstovan ger á hvørjum ári eina stovnsmeting. Og í júst í hesum døgum er Magnus Heinason úti og yvirlitstrolar. Síðani 1982 hevur verið yvirlitstrolað á hvørjum vári. Seinastu fimm árini hevur Fiskirannsóknarstovan valt eisini at yvirlitstrolað um summarið.