Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt upp prísirnar á høvuðsfiskasløgunum seinastu 12 árini. Yvirlitið vísir, at toskur hevur havt heldur lægri prís í ár enn í 1999. Høvuðsfiskasløgini, sum eru við í uppgerðini hjá Føroya Fiskimannafelag fyri árini 1999-2010, eru toskur, hýsa, brosma, longa, upsi, kalvi, kongafiskur, blálonga og svartkalvi.
Hetta eru okkara týdningarmiklastu botnfiskasløg, sum vit plaga at rópa tey.
Yvirlitið vísir, at miðalprísurin á toski í 1999 var 14,96 krónur fyri kilo. Hyggja vit at miðalprísinum á toski í ár, hevur hann verið 14,13 krónur fyri kilo - ella eitt vet lægri enn í 1999.
Av árunum 1999-2010 var toskaprísurin bestur í 2007, tá hann var góðar 22 krónur fyri kilo. Næst bestur var hann í 2008, tá hann var 20,77.
Minsti prísur á toski hesi árini var í 2009, tá miðalprísurin var 12,93.
Samanumtikið hava toskaprísirnir í ár verið eitt vet betri enn í fjør.
Hyggja vit at prísunum á hýsu, hevur hýsa verið nógv bíligari í ár enn í 1999, nevniliga 9,98 í mun til 12,78 krónur fyri kilo í 1999.
Bestu miðalprísir á hýsu høvdu vit í 2001, nevniliga 13,90.
Upsaprísurin í ár hevur verið góður.
Skipini hava fingið í miðal 6,17 krónur fyri kilo í ár í mun til 5,08 í 1999.
Upsaprísurin hevur ongantíð verið so góður sum í ár øll hesi 12 árini, sum yvirlitið hjá Føroya Fiskimannafelag fevnir um.