Útoyggjafelagið farið til verka

Útoyggjafelagið, sum her fyri varð stovnað, er farið til verka. fyribilsnevnd er vald, og farið er undir at fyrireika blaðútgávu, eins og fundarvirksemi verður fyrireikað

Økismenning

Útoyggjafelagið hevur valt fyribilsnevnd, sum millum annað skal fyrireika aðalfundin, sum verða skal í mai. Eisini verður arbeitt við at velja økisnevndir og at geva blað út.
Í nevndini í Útoyggjafelagnum sita Óla Jákup úr Dímun, sum er formaður, umframt Katrinu Johannesen úr Mykinesi og Olgu Biskopstø úr Klaksvik.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at felagið er eitt áhugafelag, har einstaklingar kunnu tekna seg sum lim. Men skipanin er soleiðis, at bert fólk, sum búgva á útoyggj og í Gásadali hava atkvøðurætt á fundum felagsins.
Tað fyrsta stóra tiltakið, sum nú fyriliggur, sigur formaðurin, verður at fara runt á ymsu støðini at seta á stovn økisráð og síðan at velja eitt umboð í umboðsráðið hjá felagnum. Hetta, ætlar hann, skal gerat í januar-februar.
Nevnt hevur verið, at ein skrivstova skal setast á stovn. Um tað sigur Óla Jákup úr Dímun, at hon verður helst ikki til nakað fyrr enn eftir aðalfundin í mai.

Álitið
Løgmaður hevur fingið eitt álit frá útoyggjanevndini, sum sat, og hetta álit ætlar nýggja felagið at brúka sum grundarlag fyri sínum arbeiði. Mint eigur regluliga at verða aftur á tað, sum í hesum áliti stendur, sigur felagsformaðurin.
Hann heldur tað vera eitt gott hugskot, sum hevur verið frammi, at seta eitt fólk í fyrisitingini burtur av til at taka sær av útoyggjamálum.
Um ítøkilig mál, sum felagið fer at arbeiða við, nevnir formaðurin økisvinnuhúsini, sum fyrr hava verið frammi.
Tað er serliga matvørulógin, sigur hann, sum pressar á at fáa eitt slikt hús. Sum kunnugt er tað mest landbúnaður, sum smáplássini hava at liva av, og skal eitt nú matvørulógin haldast til fulnar, skal allur seyður flytast livandi til Hósvíkar at fletta.
Á Dímun er tað ógjørligt sum er. Skal tað gerast, skal tað vera við tyrlu,og so kostar tað beinanveg so nógv, at bíligari er at reka gonguna út av bakkanum.
Var hinvegin eitt lítið sláturvirki, sum kundi viðgjørt bæði seyð og fugl, í oynni, hevði borið til at hagreitt slíkt eftir fyriskriftunum, sigur dímunarbóndin.
Hann heldur annars, at eitt tilfeingi, sum gerast kann meira burtur úr, er fuglurin, sum flestu útoyggjarnar hava rímiliga væl av. Men aftur her er lokala vinnuhúsið ein fyrimunur, vísir hann á.

Onnur vinna
Um feðravinnuna sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum, at tað eru í grundini bara Koltur og Mykines, sum hava gjørt nakað miðvíst við ferðavinnu. Aðrastaðni verður lítið og einki gjørt, og á Dimun er púra einki.
Óla Jákuop úr Dímun digur, at tey hava við vilja valt ikki at satsa upp á ferðavinnu, tí tey meta seg ikki hava umstøður til tað. Tað skal fólk til at taka sær av ferðafólki, og tey eru vanliga rættiliga fáment í Dímun, sigur hann.
Um blaðið, sum felagið ætlar at geva út, sigur Óla Jákup úr Dímun, at Olga Biskopstø, nevdarlimur er farin undir at fyrireika fyrstu útgávuna. Talan verður helst um eitt heft tíðarrit, sum ætlandi skal koma út í mesta lagi eina ferð um mánaðan.
Spurningur hevur verið settur við, um tað er neyðugt við einum útoyggjafelag, tá eitt nú kommunufelag er frammanundan.
Til tað svara formaðurin, at Útoyggjafelagið og júst er stovnað sum eitt áhugafelag fyri einstaklingar, tí kommunurnar alment arbeiða saman í øðrum felag.
Mett varð, at skilagott er við slíkum felag, sum kann viðgera mál hjá myndugleikunum fyri limirnar, sum soleiðis fáa størri slagkraft, enn um tann eisntaki hvør í sínum lagi roynir at koma ígjøgnum, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður i Útoyggjafelagnum.