Útoyggjafelagið havt aðalfund

TíÐindaskriv

Á útoyggjastevuni í Skúvoy, leygardagin 13. juli, helt Útoyggjafelagið sín fyrsta regluliga aðalfund. Hóast tað er sera trupult at ferðast útoyggjanma millum, eydnaðist tað við góðari hjálp frá Atlantic Airways, Vaktar & Bjargingartænastuni og Strandfaraskip Landsins at fáa øll, ið skuldu luttaka á aðalfundinum og út-oyggjastevnuni, út til Skúvoyar og heimaftur í øllum góðum.
Á aðalfundinum skipaði umboðsráði seg við Harry Jensen, Skúvoy sum form., Signhild Joensen, Trøllanes, næstform. og Óla á Geilini, Svínoy sum skrivara.
Í starvsnevndina vóru vald: Óla Jákup úr Dímun, form., Esbern í Eyðanstovu og Olga Biskopstø, tiltaksnevndarlimir eru: Jógvan Edmund í Geilini og Laura í Frammistovu.
Fundurin viðgjørdi eisini umstøðurnar at búleikast á útoyggj. Semja var um at naka av tí fyrsta starvsnevndin skal arbeiða fyri er betri samferðslu og samskiftismøguleikar og ei ni loysn á oljuveitingini til tær útoyggjar, sum í dag fáa oljuna í oljutunnum.
Sum nevnt var Útoyggjastevna henda dagin. Tað vóru skúvoyingar í tóku stig til og fyrireikaðu stevnuna. Ágóðin av stevnuni fer til at byggja eitt bygdarhús í Skúvoy. Stevnan var sera væl fyriskipa og væleydna í allar mátar, ikki minst takka verið tí gestablíðni í var sýnt teimum mongu hundrað fólkunum íð luttóku á stevnuni, harav nógv vóru av útoyggjunum.
Nevndin í ùtoyggjafelagnum ynskir at takka øllum, íð gjørdu sítt til at tiltakið bleiv so væleydna.