Toyota BZ4X– tann fyrsti av 30 elbilum

Eins og í øllum øðrum Toyota-bilum hevur Toyota BZ4X allar innbygdar trygdarskipanir sum hjálpa bilføraranum undir koyring.

 

Toyota BZ4X hevur góðar koyrieginleikar og er væl ljóðdoyvdur. Lítið hoyrist til hjólini inni í bilinum, og bilurin klárar seg væl á ósløttum undirlendi. Bilurin kemur á marknaðin í summar.

Toyota hevur kunngjørt, at teir eru klárir við 30 nýggjum elbilum í 2030. Seytjan av teimum koma á marknaðin innan fimm ár.

 

Fyrsti bilurin verður Toyota BZ4X, sum er ein rættiliga spennandi bilur. Hetta er ein rúmligur 5-persónabilur, sum er bygdur upp sum elbilur við battarínum í botninum.

 

Toyota BZ4X hevur góðar koyrieginleikar og er væl ljóðdoyvdur. Hetta merkist bæði í býkoyring og á landsvegi, har lítið hoyrist til hjólini inni í bilinum.

 

Bilurin klárar seg eisini væl á ósløttum undirlendi.

 

Eins og í øllum øðrum Toyota hevur hesin allar innbygdar trygdarskipanir sum hjálpa bilføraranum undir koyring.

Viðførisrúmið er 452 litrar og er lætt atkomiligt.   

 

##med2##

 

Toyota BZ4X hevur tveir elmotorar á 80kW hvør og batterikapasitet á 71,4 kWh og koyrir yvir 513 km við eini løðing.   

 

Frá Reyni Service verður sagt, at bilurin kemur á marknaðin í summar.

 

##med3##

 

Toyota BZ4X hevur góðar koyrieginleikar og er væl ljóðdoyvdur. Lítið hoyrist til hjólini inni í bilinum, og bilurin klárar seg væl á ósløttum undirlendi. Bilurin kemur á marknaðin í summar.