Trý er talið

Lítil ivi er um, at trý-talið í dag verður mett sum serliga heppið í EB/Streymi. Eftir at tað í fjør og fyrraárið gjørdist til silvur, varð talan í triðju royndini um gull. Gullið varð eisini fingið til høldar við triðja matchbóltinum, eftir at tað ikki varð vunnið móti NSÍ og B36. At tað so hendi í einum dysti, har toppskjúttin hjá felagnum gjørdi hattrick í 3-1 sigri gjørdi ikki lagið verri.