Trý fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum eftir eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík um fimm tíðina seinnapartin hósdagin
Men tvey teirra sluppu út útaftur beinanvegin Hinvegin var neyðugt at leggja tað triðja fólki undir skurð, men livimátin er góður, tí tað hevði ikki meiðslað seg so illa.
Óhappið hendi, tá ið ein bussur hjá Bygdaleiðum rendi upp í reyvina á einum bussi hjá Bussleiðini í Havn.
Báðir bussarnir vóru á veg niðaneftir Hvítanesvegnum, tá ið óhappið hendi.
Bussurin hjá Bussleiðini varð steðgaður við steðgiplássið ímillum Mannbrekku og á Mýruni at seta tvey fólk av.
Ímeðan kemur Leið 400 hjá Bygdaleiðum til Leirvíkar niðaneftir Hvítanesvegnum við einum 40 fólkum í.
Bussurin er tungur og bussførarin hevur trakkað á speedaran fyri at fáa hann upp í ferð í mótbrekkuni.
? Hann er akkurát komin rættiliga upp í ferð, tá ið hann kemur til bussin hjá bussleiðin, har hann stendur við steðgiplássið, sigur løgreglan.
? Førarin á Leirvíksbussinum ætlar so at sneiða út á vegin at koyra framvið havnarbussinum. Men so sær hann, at bilar koma omaneftir Hvítanesvegnum, beint ímóti sær og at ongin møguleiki er at sleppa framum bussin hjá bussleiðini.
? Hann velur tí at snara innaftur, aftanfyri bussin hjá Bussleiðini.
Men hann hevur so mikið av ferð, at hann klárar ikki at bremsa og renur upp í reyvina á bussinum hjá Bussleiðini.
Ongin í bussinum hjá Bygdaleiðum fekk skaða.
Men trý fólk í bussinum hjá Bussleiðini fóru á Landssjúkrahúsið.
Førarin fór til kanningar fyri ymsar smásnuddir, men slapp heimaftur beinanvegin.
Ein ferðamaður fór eisini á skaðastovuna við snuddum í arminum, men tað hevði tíbetur heldur onki uppá seg.
Ringast fyri kom ein annar ferðamaður, sum meiddi sær mjødnina, lærið og fór at bløða innvortis.
Hann mátti leggjast undir skurð, men livir væl nú.
Skuldsettur
Aftaná óhappið er tann, sum koyrdi bussin hjá Bygdaleiðum, skuldsettur fyri brot á ferðslulógina, tí at hann hevur ikki koyrt eftir umstøðunum
Táið hann ikki kláraði at steðga, hevur hann koyrt ov skjótt eftir umstøðunum, og tað verður hann skuldsettur fyri.
Táið politiið kom til, stóð bussurin hjá Bussleiðini við høgra bakhjóli uppi á gongubreytini.
Tað er óvist um bussurin hevur koyrt uppá gongubreytina, ella um hann er farin uppá av stoytinum.
Løgreglan upplýsir eisini, at tað vóru heilir 19 metrar úr reyvini á bussinum hjá Bussleiðini, í gronina á bussinum hjá Bygdaleiðum.
Men enn er tað eisini óvist, um annar bussurin er fluttur eftir óhapið, ella um bussurin hjá Bussleiðini er skumpaður so langt frameftir av stoytinum, tí so hevur hann verið heilt harður.