Í nátt hevur løgreglan havt eitt serligt átak ímóti rúsdrekkakoyring, har tey hava steðgað nógvum bilum fyri at kanna um bilførarin var edrúur.
Og úrslitið av tí varð, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning. Tveir vórðu tiknir í Havn og ein í Vágum.
Tað eru nógv jólaborðhald hesa tíðina og tá eru tað nógv, sum smakka sær á. Í hesum sambandi hevur løgreglan eitt serliga vakið eyga við ferðsluni.
Ikki minst hava tey eitt serliga vakið eyga við ferðsluni morgunin eftir, at veitslur hava verið, og tá ið bilførarar kanska verða freistaðir at rena seg ein túr til bakaran at keypa morgunbreyð, ella okkurt fyri tosta.
Tað hendir seg meiri enn so, at bilførarar lata seg lumpa, og føla seg edrúar, og halda, at tað er runnið av aftur skjótari enn tað í roynd og veru ger.
Men løgreglan heldur, at tað hevur bøtt um støðuna, at promillumarkið varð lækkað niður í 0,2 promillu, tí nú vita bilførarar, at tað skal einki til.