Orsøkin er, at politisku flokkarnir hava stillað soleiðis upp, at meðan Runavíkar kommuna sum oftast hevur fleiri valevnir, hevur Fuglafjørður dugað so væl at skipa seg, at har er bert eitt valevni á hvørjum lista. Hetta hevur havt við sær, at hóast umboðini á eystara armi á Skálafjørðinum hava fingið væl av atkvøðum, hava tær verið so væl býttar millum valevnini, at fuglfirðingurin á listanum hevur drigið longra stráðið, í hesum førum í trimum flokkum.
Nú eiga vit tørn
Nú ørliga orðaskiftið um tunnil millum Kambsdal og Millum Fjarða enn einaferð hevur verið á dagsskránni í tinginum, kann eg ikki lata vera við at hugsa, hvussu vandamikið tað er, at eitt stað verður yvirumboðað á Løgtingi. Fuglafjørður eigur heili 14,81% av umdømisvaldu tinglimunum, meðan fólkatalið liggur um 3,4% av Føroya fólki. Fólkatalið í Runavíkar kommunu er um 5,4% av Føroya fólki, og vit eiga ongan umdømisvaldan. Skuldu vit átt eins nógvar umdømisvaldar sum fuglfirðingar í mun til fólkatalið, áttu vit heilar 5 tinglimir, tvs. allar teir umdømisvaldu í Eystur-oynni. OG TAÐ ER IKKI ÓGJØRLIGT! Nú ein sera avbjóðandi tíð fyri Skálafjørðin liggur um næstu sýn, eiga vit her á plássinum at hugsa skilagott. Fyrst og fremst eigur ongin atkvøða hiðani at fara til aðrar bygdir í oynni. Og harnæst eiga politisku flokkarnir ikki at fylla listarnar við valevnum frá miðøkinum. Lat okkum gera sum fuglfirðingar ella næstan tað: stillið eitt ella tvey valevni upp úr okkara kommunu, og latið so tey, sum taka undir við ymsu flokkunum, atkvøða fyri teimum valevnum í kommununi, sum uppstillingin peikar á. Hvussu nógv orðaskifti hava verið um viður-skifti, sum viðvíkja Skálafjørðinum seinastu 4 árini? Eg kann ikki koma í tankar um annað enn eitt sindur um oljuhavnina. Men ferð eftir ferð skulu vit hoyra um ein skilaleysan tunnil úr Kambsdali, sum er heilt burturvið í dagsins Føroyum.
Skálafjørðurin
Skálafjørðurin er størsti fjørður og besta havnin í Føroyum. Og nú oljuhavn. Runavíkar kommuna og bygdirnar rundan um eru størsta vakstrarøki fyri vinnulívið. Glyvrar eigur ikki minni enn 4 av tíggju teimum bestu fyritøkunum í landinum. Og hóast hetta liggja tær flestu almennu tænasturnar, sum vinnulívinum tørvar, væl plantaðar í Havnini. Hvussu nógv hava lærarnir úr Fuglafirði gjørt fyri at fáa Skálafjørðinum betri sømdir m.a. á hesum øki? Vit hoyrdu nú um dagarnar, hvussu ein stovnur av teimum mongu rínur og hvínur, tí skrivstovan skal flytast úr paradís (Havnin) og út á bygd (Saltangará). Og hetta er ikki eftir fyriskipan úr Fuglafirði, men heldur eftir boðum frá vælkenda fólkatingsmanninum av Glyvrum.
Nei! Tingmenninir úr Fuglafirði hava ikki gjørt tað stóra Skálafjørðinum at gagni. Tí eiga vit at velja nýggj umboð á ting á komandi vali, sum búgva í Runavíkar kommunun og her um vegir. Tað er neyðugt, tí Skálafjørðurin hevur brúk fyri umboðum, sum vilja arbeiða fyri trivnaði og menning her í økinum hond í hond við einum skilagóðum umhvørvispolitikki. Og sum tað týdningarmesta hava vit brúk fyri politikkarum, sum taka lívsvirði og mentan í álvara, her hugsi eg serliga um ungdómin og tey tilboð, sum vit sum lokalsamfelag veita teimum. Lat okkum stremba eftir at velja umboð, sum byggja sín politikk á kristna lívssýnið.