Tríggir leikarar fingu gullskógvar

Gullskógvarnir, sum Miðlahúsið og FSF árliga lata til toppskjúttarnar í føroyskum fótbólti, eru nú latnir. Tað eru teir á Hotel Brandan, har Miðlahúsið og FSF í kvøld heiðra ársins bestu í føroyskum fótbólti.

Gullskógvarnir eru í ár latnir til Evy á Lakjuni (KÍ), sum skeyt 17 mál í Betrideildini hjá kvinnum, og Klæmint A. Olsen (NSÍ) og Uros Stojanov (ÍF), sum skutu hvør síni 17 mál í Betrideildini hjá monnum.

##med2##