Fyri 30 árum síðani vóru tær á forsíðunum á flestu dagbløðum, bæði her heima og í Danmark. Onkur bløð í grannalondum okkara góvu eisini pláss fyri hesi sjáldsama gleðiligu hending.
Foreldur teirra, Tove Højgaard Madsen og Sámal Jákup Jacobsen, vóru blaðung, bert 17 og 19 ára gomul, tá tey gjørdust foreldur at trimum børnum í einum.
Men tað var eingin forðing, og væl hevur gingist hesum gentum, sum í dag fylla tríati.
Joan eigur 2 børn og Tina og Vivi hvør sín son. Joan býr í Vestmanna, Tina í Havn, og Vivi býr á Fredriksberg í Keypmannahavn.
Sosialurin ynskir teimum trimum og famljum teirra hjartaliga tillukku við stóra degnum.