Ótrúligt comeback

Eftir frálíkan sigur á Montenegro eru Føroyar nú einsamalt oddalið.

Seinnapartin spældi føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í HM-undarkappingarbólki D, sum verður spældur í Føroyum í hesum døgum. Mótstøðuliðið í dag var Montenegro, sum í fyrsta dystinum tapti 3-0 ímóti Turkalandi.


Føroyar vunnu 5-1-stórsigur ímóti Luksemburg í fyrsta dystinum, so vónirnar vóru góðar til dystin í dag, hóast ein visti av, at Montenegro helst var eitt vet ella bæði tvey betri enn hóskvøldsins mótstøðulið, Luksemburg.


Eftir ein ógvuligan rótutan og málleysan fyrra hálvleik, har Montenegro hevði teir størstu kjansirnar, kom gongd á málskjótingina 20 minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Armisa Kuc sparkaði ein tilvildarligan bólt í málið til 1-0 til Montenegro.


Innskifta Milja R. Simonsen setti meiri ferð á føroyska álopsspælið, og tá ið 12 minuttir restaðu í eydnaðist tað Føroyum at javna. Frálíkt uppspæl frá Milju endaði við einum ikki minni frálíkum skoti frá Eyðvør Klakstein, og so var 1-1.


Nú kom av álvara lív í føroysku kvinnurnar, og bara tveir minuttir seinni vóru Føroyar aftur á blettinum. Tað var eftir hornasparksinnlegg, at yngsta kvinnan í føroyska hópinum, 17 ára gamla Birita B. Nielsen, í sínum allarfyrsta A-landsdysti, prikaði bóltin í netið til 2-1 til Føroyar.


Seinastu løtuna var eitt sindur aftur og fram, men Montenegro megnaði ongantíð at seta føroyska sigurin í vanda, og við einum framúr comeback kundu føroysku kvinnurnar stórfegnast um ein ótrúligan 2-1-comeback-sigur ímóti Montenegro.


Føroyar hava nú seks stig í undanbólkinum og er fyribils einsamalt oddalið, men tað broytist helst í kvøld, tá ið best styrkismetta liðið, Turkaland, spælir ímóti Luksemburg. Bólkavinnararnir og bestu tvey-ararnir sleppa víðari til næsta part av undankappingini.


Triði og seinasti dysturin hjá Føroyum verður týsdagin kl.13.00 ímóti Turkalandi.


Føroyar – Montenegro 2-1 (0-0)

0-1: Armisa Kuc, 65.

1-1: Eyðvør Klakstein, 78.

2-1: Birita B. Nielsen, 80.