Gongur tað sum tey golfhugaðu ynskja, so fer at bera til íðka hesa ítróttargreinina við Sørvágsvatn einaferð í framtíðini.
Í øllum hava tveir stigtakarar til fyrstu veruligu golfbreytina verið á fundi við Sørvágs kommunu um at fáa eitt øki til hetta endamálið.
Hóast nógv er greitt frá í hesum máli, so vanta enn fleiri ítøkiligar upplýsingar í, fyrrenn kommunan kann taka støðu til málið.
Men borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen er kortini sera positivt sinnaður til hesa ætlanina, sum hann metir vera spennandi.
- Hetta ljóðar sera áhugavert fyri okkum. Lendið er til tað her í kommununi, so nú bíða vit bara eftir teirri formligu umsóknini, sigur Jákup Suni við Sosialin.
Økið, ið talan er um liggur niðanfyri landsvegin til Sørvágs, millum flogvøllin og Sørvágsvatn. Og sum skilst halda fyrireikararnir at økið er serstakliga vælegnað til eina slíka ítrótt sum golf.
18 hol
Á bygdaráðsfundi í Sørvágs kommunu 1. februar varð kunnað um hetta málið.
Kommunan hevði boðið tveimum av stigtakarunum á fund við seg fyri at greiða nærri frá ætlanini. Á fundi saman við bygdaráðslimunum møttu Karl Joensen og Janus Norðberg.
Her kom m.a. fram, at ætlanin er at henda golfbreytin skal halda altjóða mát - t.v.s. hava 18 hol. Nevnast kann, at golfbreytin á Glyvursnesi í Suðurstreymoy hevur 9 hol.
Hinvegin so skilst, at neyðugt er ikki at gera breytina til øll 18 holini beinanvegin. Byrjast kann við 6 holum, og síðani víðka breytina til 9 og uppeftir.
At teir júst hava hugsað um hetta økið við Sørvágsvatn og flogvøllin kemur ikki av ongum.
Serfrøðingur á økinum
Fyrireikararnir hava nevniliga havt samband við ein íslendskan arkitekt, sum hevur slíkar golfbreytir sum sítt serøki.
Hesin vísti á, at lendið er sera gott. Har er góð valling og hóskandi við fleiri heyggjum í økinum, sum fara at geva íðkarunum eitt spennandi og skiftandi stað til hesa ítróttargreinina.
Áðrenn nakað golfslag verður tikið á hesum staðnum er neyðugt at gera ymisk arbeiði á økinum, m.a. við drening. Hinvegin so er ætlanin ikki at gera tær stóru broytingarnar í sjálvari náttúruni.
Nevnt varð, at bæði áir og vatnbrunnar kunnu verða millum ymsastaðni sum forðingar, og verður hetta samstundis við til at fríðka um økið.
Umframt hetta kunnu eisini varðar og føroysk gróthús verða nýtt sum forðingar, samstundis sum ein gevur breytini ein meiri serføroyskan dám.
Týdningur fyri økið
Ein stórur spurningur í hesum máli er sjálvandi kostnaðurin. Vanliga verður roknað við umleið 1 mió. kr. fyri hvørt holið í eini lidnari golfbreyt.
Spurningurin er so, hvussu ein kann fíggja eina slíka golfbreyt. Tað skal ein so eisini kanna í næstum.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at kemur ein slík golfbreyt til Sørvágs, so fer hon at hava stóran týdning fyri alt økið.
- Hetta fer at fáa stóra ávirkan á økið, tí hetta fer at draga nógv ferðafólk til okkum. Á tann hátt kunnu fleiri fáa gagn av hesum ferðafólkunum, sigur hann.
Óhugsandi er ikki, at bæði fremmand og føroysk ferðafólk fara at leita sær vestur í Vágar at spæla golf og annars fáa eyguni upp fyri øllum tí vakra, sum henda oyggin hevur at bjóða uppá.
Tað er helst so sum sagt verður: Tað ferðast vanliga omanfyri 180.000 fólk um flogvøllin. Hevði ein kunna fingið 10% av hesum at steðga á áðrenn tey fóru víðari, so hevði hetta havt stóra og positiva ávirkan á nógv viðurskifti í oynni.
Um golf
Golf er ein ítróttargrein, ið er í stórari framgongd kring allan heim. Í Føroyum er bara eitt felag, men sum skilst er áhugi at stovna feløg á øðrum støðum kring landið.
Golf er eisini ein ítróttargrein í Oyggjaleika-høpi, og tí noyðast vertirnir fyri hesar leikir at hava eina golfbreyt, um kappast skal í hesi greinini.
Golf er ikki ein ítróttargein fyri lið, men ein ítróttur har leikararnir kunnu spæla við sínum førleika, í sínum tempo og til sína klokkutíð.