Trølla-Pætur og omman rokkaðu í Miðlahúsinum

Leygardagin vitjaðu Trølla-Pætur og omman í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tey bæði rokkaðu og undirhildu fyri allar pengarnar, og tey mongu børnini, sum vóru komin at hitta tey bæði, hugnaðu sær óført.

Er tað nakar, sum kann fanga føroysku børnini, so eru tað tey bæði Trølla-Pætur og omman. Hetta sást eisini aftur, tá ið tey bæði leygardagin skuldu koma á vitjan í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hølið var stúgvandi fult av børnum og foreldrum, ommum og abbum.

Rokkur og Nósi
Tiltakið í Miðlahúsinum byrjaði við, at tey bæði Steintór Rasmussen og Arnfríð Lützen spældu og sungu nakrar sangir av fløgunum hjá Kulum Røtum. Hetta vóru sangir, sum tey flestu av børnunum kendu, og fleiri teirra høvdu eisini hug at syngja við.
Tá ið tey bæði høvdu spælt eina løtu, komu Trølla-Pætur og omman bráddliga brestandi oman gjøgnum trappurnar, og frøðin á børnunum var stór. Tey bæði løgdu bragdliga fyri og rokkaðu við fullari megi, og børnini sluppu at hoyra nakrar heilt nýggjar sangir, sum tey bæði trøllini hava gjørt.
Tá ið Trølla-Pætur og omman, sum í sambandi við vitjanina í Havn, høvdu keypt fleiri av jólagávunum, ið tey skulu keypa, vóru um at verða liðug, kom eisini Nósi á vitjan. Stór var gleðin á Trølla-Pæturi og ommuni, tá ið tey sóu Nósa, og so var hildið á eina løtu afturat.

Stór undirtøka til kappingina
Tiltakið í Miðlahúsinum var eisini í sambandi við, at Sosialurin í eina tíð hevur havt eina kapping við Trølla-Pætur, Kulum Røtum og øðrum koyrandi, og leygardagin vóru vinnararnir í kappingini funnir.
Onkur heppin vinnari var enntá hjástaddur í Miðlahúsinum og kundi tískil sjálvur koma upp at taka ímóti vinninginum hjá sær.
Høvuðsvinningurin var ein kul ferð fyri tvey vaksin og tvey børn á tí kula rutunetinum hjá Atlantsflog, og tann vinnarin dróg sjálvur stjórin í Atlantsflog, Magni Arge. Vinnari gjørdist Barbara Hentze í Havn.