Útróður
At ein glastrevjabátur, sum er 39 føtur langur, fiskar fyri 4,6 miljónir krónur í eitt ár, ljóðar næstan óveruligt.
Men at hetta letur seg gera, er útróðrarbáturin Gunnvá hjá Jan Jacobsen við Norðskála eitt prógv um.
Bæði í fjør og fyrraári lá veiðivirðið hjá Gunnvá omanfyri 4,5 miljónir krónur hvørt árið.
Jan Jacobsen sigur, at árið í ár higartil ikki hevur verið eins gott og árið í fjør, men hann letur kortini ikki illa at.
- Vit hava gjørt fleiri góðar túrar í seinastuni, og besta túrin høvdu vit 14.700 pund á umleið 60-65 stampum.
Jan Jacobsen sigur, at teir hava verið tríggir mans á bátinum í seinastuni, men í løtuni eru teir bert tveir.
- Nú hava vit millum 45 og 48 stampar við hvønn túrin, sigur eigarin av útróðrarbátinum Gunnvá, ið man vera besti føroyski útróðrarbáturin av hesi støddini yvirhøvur.