Inntøkan hjá útróðrarmonnum er minkað við næstan tveimum triðingum í ár, og í longdini ber tað ikki við slíkari støðu, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna - Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur veriðá leið tann sami í ár, sum hann var í fjør, men prísurin er farin niður í eina helvt, og tað rakar okkum meint, sigur Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, við Rás2.
- Síðani í heyst hevur prísurin verið vánaligur, og inntøkan hjá útróðrarmonnum er minkað við einum 60 prosentum í ár. Tað sigur seg sjálvt, at tað rakar okkum hart fíggjarliga, men vit verða noyddir at hanga í og halda fram við útróðrinum, sigur hann.
Auðunn Konráðsson vónar, at prísurin verður betur í heyst.
- Støðan er vanlukkulig hjá útróðrarmonnunum, og í longdini ber tað ikki til at halda fram undir hesum umstøðum, sigur Auðunn Konráðsson.