UPPHØGGING
Tað var ein sjáldsom sjón hjá fólki í Vestmanna at síggja trý skip loysa í senn, sum øll fóru av landinum – sama dag.
Partrolararnir Nornagestur og Kolumbus, sum P/F Vár í Vestmanna átti, eru lagdir og hava verið til sølu. Fiskidagarnir, sum hesi skip áttu, eru fluttir yvir á onnur skip – í hesum førnum yvir á partrolararnar Nónhamar og Fjalshamar, sum vestmenningar hava keypt frá P/F Christiani í Grótinum í Klaksvík.
Teir, sum eiga P/F Vár í Vestmanna, eru Dánjal Jacobsen og Tummas Christophersen, sum eisini eiga onnur skip og bátar.
Í nøkur ár hevur felagið hjá Dánjali eisini átt gamla og fyrrverandi ferðamannaskipið Pride, sum ætlanin var at umbyggja til frítíðarsigling.
Sum tíðin leið, og umstøður broyttust, er ætlanin at umbyggja Pride slept, og nú P/F Vár gjørdi av at selja Nornagest og Kolumbus til upphøggingar, fór Pride sama veg.
Gekk væl
Mánakvøldið loystu øll trý skipini í Vestmanna við kós móti Grenå í Danmark, har stóra upphøggingarfelagið Fornaes hevur keypt skipini.
Á leiðini úr Føroyum hevði Kolumbus gamla ferðamannaskipið Pride upp á sleip, og í fylginum og við egnari hjálp var hin partrolarin, Nornagestur.
- Vit hava verið tríggir mans við ávikavist Kolumbusi og Nornagesti á ferðini til Danmarkar, meðan Pride hevur verið mannleysur. Umborð á hvørjum skip hava verið maskinmaður, stýrimaður og skipari.
Tað sigur Bjarni Jacobsen, sonur Dánjal Jacobsen, sum hevur verið skipari á Kolumbusi á ferðini.
Dánjal er eisini stjóri í partafelagnum Vár.
- Vit hava havt eina góða ferð til Danmarkar. Alt hevur gingið væl, og nú tú ringdi, eru vit júst komnir til Grenå og hava bundið skipini.
Hann sigur, at Roc Amadour, sum áður er seldur til upphøggingar í Grenå, liggur í somu havn, og nú liggja eisini hesi trý skipini í horninum, sum danir til stuttleikar rópa ”færøhjørnet”.
- Hann hevur verið høgur í ættini, og vit hava tí havt góðan byrð á ferðini til Danmarkar. Síðan vit komu um Lindesnes í Noregi, hava vit havt stilli, sigur Bjarni Jacobsen.
Lop uppeftir
Skiparin og stjórin í P/F Vár hevur ikki hug at siga ítøkiliga, hvat teir hava fingið fyri skipini, men hann vísir á, at prísurin á jarni nýliga hevur gjørt eitt lop uppeftir, sum hann tekur til.
Dánjal Jacobsen, reiðari, hevur áður sagt, at høvdu teir fingið eina miljón fyri hvørt av skipunum, Nornagest og Kolumbus, høvdu teir ivaleyst selt.
Men Bjarni vísir á, at so góður er prísurin á jarni heldur ikki.
- Vit hava ikki fingið eina miljón fyri báðar bátarnar, leggur hann aftrat. Ætlandi koma Bjarni Jacobsen og hansara menn heimaftur úr Danmark longu í dag.