Fótbóltur
Tað var vónbrot fyri stóra NSÍ ferðalagið, at einki fekst burturúr í Klaksvík. Ásannað verður í Runavík, at bæði hugburður og hugflog skal vera av øðrvísi kalibri, um stig og sigrar skulu vinnast og 50 ára føðingardagsgávan harvið gerast so stór, sum tað á nakran hátt ber til.
Einki er at ivast í, at talan verður um heilt øðrvísi uppgávu, tá ið VB/Sumba sunnudagin vitjar við Løkin, enn tað var ímóti KÍ.
Útgangsstøðan hesa ferð verður at verja stigið, sum gestirnir hava við sær inn á vøllin. Manningarligu fyritreytirnar hjá VB/Sumba kundu havt verið betri. Á kredit síðuni telur tað rætta vegin, at miðvallargeneralurin Evrard Ble er tøkur aftur, eftir at hann í tvey umfør hevur sitið uttanfyri við leikbanni.
Á hinari síðuni telur tað niður, at Jón Krosslá Poulsen er leikbannaður, eftir at hann varð rikin av vølli ímóti GÍ. Harafturat kemur tað stak illa við, at miðverjin Dimitri Jankovic eftir øllum at døma ikki verður við í Runavík. Orsaka av skaða kom hann ikki á vøllin eftir steðgin.
Tá ið NSÍ var í Klaksvík, var tað ætlanin, at Pól Thorsteinsson skuldi spæla í miðverjuni. Undir upphitingini varð veteranurin raktur av vøddaskaða og noyddist at taka seg aftur. Pól hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki við ímóti barndómsfelagi sínum.
Jústinus R. Hansen var ikki førur fyri at spæla sunnudagin. Hann hevur vant í vikuni og er gott boð upp á høgra vongverja. Andersson hevur síðani sunnudagin verið plágaður av knæskaða. Hóskvøldið vandi hann við fullari ferð og verður við sunnudagin. Hjalgrím Elttør hevur havt onkran smávegis snudd, men hann verður við sunnudagin.