Útróður má gerast meira fjølbroyttur

Sum stórur smádrongur hevði strandingurin Sonni Johansen eina lítla jollu, sum hann plagdi at royna eftir sild við. - Hetta dámdi ikki foreldrum mínum nakað serligt. Tey vóru bangin um meg. Tí gjørdu tey av at keypa mær eitt 8-mannafar, sum eg brúkti nógv í mínum ungu árum

Útróður

 

- Eg visti ikki, at tað stóð so illa til við útróðrinum kring landið. Nógvir bátar liggja, og fleiri eru bert fáar túrar á útróðri. Ein orsøk er, at smáligt er við fiskiskapi, og ringt er at fáa fólk at støðast.

Tað sigur Sonni Johansen á Strondum, sum hevur verið útróðrarmaður alt sítt fríska lív.

 

Slitin plágar

Sum blaðungur var hann við Grunningi, og longu sum umleið 15 ára gamal keyptu foreldrini honum eitt 8-mannafar úr Leirvík.

- Eg hevði eina lítla jollu, sum eg plagdi at royna eftir sild við. Hetta dámdi ikki foreldrum mínum nakað serligt. Tey vóru mangan bangin um meg. Tí gjørdu tey av at keypa mær eitt 8-mannafar.

Sonni sigur, at hann brúkti hendan bátin nógv, bæði á Skálafjørðinum, eysturi í Álinum, og um várarnar var hann onkuntíð á Norðhavinum við honum.

- Í dag eri eg ringur av gikt og kann næstan ikki fara í bát. Giktin er serliga gingin út yvir armar og bein. Eg læt glastrevjabát byggja í Íslandi fyri fáum árum síðan, men noyddist at selja bátin aftur eftir umleið tveimum árum, tí likamið heldur ikki til hetta longur.

Hann vísir á, at ein slitin útróðrarmaður ella fiskimaður fær ongan tryggingarpening nakrastaðni.

 

Bjóðar seg fram

Nú løgtingsval er í morgin, er Sonni Johansen millum teirra, sum bjóða seg fram at stýra Føroya landi komandi fýra árini.

- Eg stilli upp fyri at hjálpa fólki, sum á ein ella annan hátt – og í breiðari merking - eru komin illa fyri.

Hann dylur ikki, at hansara áhugi ikki minst brennur fyri útróðrar-og fiskimanninum, men eisini fyri øðrum samfelagsborgarum, sum á ein ymiskan hátt hava brúk fyri, at onkur stendur við teirra við.

- Støðan hjá útróðrinum nú er soleiðis vorðin, at tað almenna noyðist at grípa inn, um útróðrinum skal verða lív lagað. Neyðugt er at gera tað meira spennandi og fjølbroytt at vera útróðrarmaður.

Sonni heldur, at eitt, sum kann gerast, er at lata teir stóru útróðrarbátarnar rógva út við línu frá desember til mars og síðan beina teir í aðra vinnu.

- Nakrir bátar kundu fingið garnaloyvi eftir havtasku, aðrir kundu sloppið at trola eftir flatfiski, og uppaftur aðrir kundu fingið loyvi at farið til Íslands.

Hann heldur, at okkara fiskivinnumyndugleikar soleiðis áttu at latið menn sloppið at roynt seg.

 

Eitt lítið ljós

- Vit hava heimsins bestu veiðimenn, eingin ivi um tað, men vit troyta ikki allar møguleikar. Ein trupulleiki er eisini, at vit seta ikki ung fólk við, og tað er neyðugt, um vinnuni skal verða lív lagað.

Sonni heldur, at vit eisini mugu gagnnýta okkara tilfeingið nógv betur, enn vit gera í dag, og hann tekur til, at her mugu aðrir bollar í suppuna.

- Eg veit, at eg geri mun, har eg eri. Komi eg á ting, veit eg, at eg hevði verið eitt lítið ljós, sum nógv kundu stýrt eftir og hildið seg til, bæði útróðrarmenn, fiskimenn og nógvir samfelagsborgarar í síni heild, sigur royndi útróðrarmaðurin á Strondum, sum nú bjóðar seg fram í landspolitikki.

Sonny Johansen er ikki óroyndur í kommunalpolitikki, tí á seinasta kommunuvali varð hann fyrst valdur í Sjóvar kommunu, har hann nú situr í bygdaráðnum.