Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur
·
Hervið verður borin ein treytaleys umbering til Hjørdis Djurhuus, sum vísir á ein skeivleika í øðrum bindi í ævisøguni um Kaj. Eg viðgangi eisini bart út, at júst tá ið tað snýr seg um eftirnavnið hjá Hákun Djurhuus, so hevur haltað við dokumentatiónini hjá mær, og tað eri eg harmur um. Ein telefonsamrøða til kirkjukontórið hevði fingið hendan setning at ljóðað øðrvísi og rættari, hóast Djurhuus navnið ikki hevði hvorvið.
Mær varð fortalt av einum blaðstjóra, sum nú liggur í mold, og sum eg tí ikki vil nevna navnið á, at Hákun fekk sær eftirnavnið Djurhuus sum vaksin. Sum einkjan, Hjørdis vísir á í Sosialinum seinasta fríggjadag, so er hetta ikki rætt. Hákun bar ongantíð eftirnavnið Poulsen hjá pápanum Jóan Hendrik úr Skúvoy, men var doyptur eftirnavnið Djurhuus hjá mammuni Armgarð úr Áarstovu í Havn, sum var óvanligt tá.
Her má eg so sanna orðið, at lúgvi eg, so er tað logið fyri mær. Tað er gott, at Hjørdis ger vart við mítt mistak, og hetta vísir enn einaferð, hvussu týdningarmikið tað er at dokumentera viðurskiftir og ikki bara rátt lurta eftir tí, sum borið verður fram á mannatungu, ger ein tað, so eru ofta nógvir feilir í heintu.
Enn einaferð takk fyri at tygum gjørdu vart við tygum, Hjørdis og eini gleðilig jól.