Seinasta almenna borðtenniskappingin í hesum árinum er spæld. Hetta hendi leygardagin í Havn, tá ið heldur fáir leikarar møttu upp.
Javnt í oddanum
Nú trý umfør eru leikt av árligu Grand prix-kappingini, sum telur seks umfør, er sera javnt og spennandi í oddanum. Altvinnandi Petur Niclasen úr Borðtennisfelagnum Tór í Havn, hevur í ár fingið nógva mótstøðu. Í samlaðu støðuni liggur hann á odda saman við 16 ára gamla Róa Agnarsson, somuleiðis úr Tór, og eru teir bara 20 stig frammanfyri Ragnar Egilsson, sum eisini er úr havnafelagnum.
Leygardagin vann Rói 3-2 á Peturi, men tað var tó Petur, ið tók fyrsta plássið. Tað var bara eitt sett í settmuninum, ið skilti teir báðar.
Talent ávegis
Bara 13 ára gamli Heini Mortensen úr TBF, Tvøroyrar Borðtennisfelag, var leygardagin at finna í B-bólkinum. Hetta er sera langt rokkið av einum so ungum leikara, og fara vit óivað at hoyra meira til hansara í framtíðini. Heini gjørdist nummar seks av átta leikarum í bólkinum, og megnar tískil at halda seg í bólkinum.
Bólkavinnarar gjørdist:
A Petur Niclasen, Tór
B Pætur Albinus, Tór
C Ólavur Niclasen, KÍ
D Eyðun Ellendersen, Royn
E Birita Mortensen, TBF
F Anna Mikkjalsdóttur, TBF
G Janus Midjord, Royn
H Annbritt Holm, Royn
I Borgar Debes, Tór
Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir 3. umfar:
Smápinkur
1. Sofía Maria Ferjá, TBF – 244 stig
2. Durita Jensen, TBF – 226 stig
3. Sissal Jespersen, TBF – 180 stig
Smápiltar
1. Hávar Albinus, TBF – 216 stig
2. David Mortensen, TBF – 158 stig
3. Aksel Kallsberg, Tór – 88 stig
Pinkur
1. Anna Mikkjalsdóttur, TBF – 360 stig
2. Lív Øster, TBF – 300 stig
3. Vár Holm, TBF – 178 stig
3. Gunnvá Mortensen, TBF – 178 stig
Piltar
1. Hans Jón Jacobsen, TBF – 380 stig
2. Knútur Jóanesarson, Tór – 330 stig
3.Sveinur Nolsøe, Tór – 270 stig
Smágentur
1. Birita Mortensen, TBF – 460 stig
2. Marin Sofía Brattalíð, TBF – 350 stig
3. Sára Hentze, TBF – 270 stig
Smádreingir
1. Heini Mortensen, TBF – 710 stig
2. Mathias Mortensen, TBF – 640 stig
3. Sverri Jacobsen, TBF – 540 stig
Gentur
1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF – 770 stig
Dreingir
1. Fróði Jensen, TBF – 810 stig
2. Páll Heri Nolsøe, TBF – 620 stig
2. Tórur Dahl, Tór – 620 stig
Kvinnuunglingar
1. Susie Midjord, TBF – 340 stig
Mansunglingar
1. Rói Agnarsson, Tór – 970 stig
2. Hallur Thorsteinsson, Tór – 900 stig
3. Pætur Albinus, Tór – 790 stig
Kvinnur
1. Marin í Dali, TBF – 790 stig
Menn
1. Petur Niclasen, Tór – 970 stig
2. Ragnar Egilsson, Tór – 950 stig
3. Fríði Jensen, TBF – 790 stig