Triðja hvønn hósmorgun verður morgunkaffi

Tað er eisini møguleiki hjá fólki, sum hava brúk fyri at verða koyrd, at ringja eftir bili, og øll eru vælkomin.

Missiónshúsið á Strondum fer í heyst at bjóða til morgunkaffi og eitt hugnaligt prát triðja hvønn hósmorgun frá klokkan 10–12.

 

Umleið klokkan 11 hesar morgnar, tá morgunkaffi er, verður eisini andakt ella annað tiltak.

Fram til jóla verður morgunkaffi í Missiónshúsinum hesar hósmorgnar og við hesum fólkum (í klombrum), sum koma á vitjan:

 

*  5. oktober (Ingrid Hansen)

 

*  26. oktober (Marius Jacobsen)

 

*  16. november

 

*  7. desember (gudstænasta við altargongd í Sjóvar kirkju klokkan 11). 

 

Fólk, ið ynskja sær bil til hesi tiltøk á Strondum, kunnu ringja á tlf. 258408 (Ann) ella á tlf. 217730 (Sóley).

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey, sum standa aftanfyri tiltøkini í Missiónshúsinum á Strondum.