Í gjár fóru tveir bilar út av, men eingin mannskaði hendi. Tíðliga um kvøldið fór ein bilur útav í Kambsdali, hann endaði á takinum, men bilførarin fekk ongan skaða. Stutt eftir fór ein annar bilur útav ímillum Hósvík og Kollafjørð, har vóru tveir mans í, men heldur ikki teir fingu skaða. Bilførarin hevur greitt løgregluni frá, at hann kom í krapa og misti tamarhaldið á bilinum og fekk ikki hildið honum á vegnum.
Eisini leygarkvøldið fór ein bilur útav, hesa ferð var tað innanfyri Skála. Krapi var á vegnum og ein bilførari, sum kom koyrandi, kom í krapan og misti tamarhaldið á bilinum, so at hann fór útav. Bilurin koyrdi ikki skjótt, men hann fór minst eina ferð runt og gleið einar 50 metrar oman frá vegnum, áðrenn hann steðgaði. Bilførarin bløddi úr høvdinum, og varð tískil sendur á Landssjúkrahúsið, men løgreglan sigur, at skaðin, hann hevur fingið var ikki álvarsligur.
|