- Tvey partrolarapør eru á landgrunninum og fiska upsa og nakað av hvítfiski, og eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk.
Soleiðis siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.
- Væntandi koma allir djúpvatnstolararnir inn at landa í næstu viku.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka og fiska havtasku, og væntandi fer onkur annar trolbátur út um vikuskiftið.
- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Skipini hava smáligan fiskiskap, og bæði koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.











