Marianna Højsted Horsdal bjóðar tær inn í eitt litfagurt og poetiskt føroyskt landslag, sum tú næstan kann taka í. Sjálv sigur hon, at abbin, Poul Horsdal sáli, er hennara heilt stóra fyrimynd.
Við akvarel og akryl skapar Marianna ein heim, har tú næstan hoyrir vindin og merkir regndroparnar. Hon málar við hjartanum – og tað merkist. Hetta er tað slagið av list, sum fær teg at hugsa tankan: “Hví havi eg ikki sæð hetta fyrr?”
Annika Øyrabø kemur inn við einum heilt serligum stíli, har stílfullu pappírsklippini skapa eitt lítið paralell univers. Hon er poetisk, viðkvom og samstundis avgjørd í sínum linjum. Hennara verk hava eitt milt myrkur, sum rúmar bæði lív og longsul. Hetta er list sum talar, tá orðini ikki strekkja til.
Astri Luihn kemur við eini visuellari megi, sum bæði er djørv, dragandi og poetisk. Litirnir flóta, røra seg, tykjast næstan livandi. Abstraktir formar, konkretir formar, náttúruljós – tað er list, sum setir ferð á sansirnar og ger teg bæði róligan og tendraðan. Hon skapar verk, sum fólk tosa um á veg heim.
Saman skapa tær tríggjar eina framsýning, har tú sjálv/ur ert partur av upplivingini. Trúgv mær, tú vilt ikki hoyra frá øðrum, hvussu serlig framsýningin var. Kom og uppliv tað sjálv/ur, meðan tú hevur møguleikan.
Framsýningin letur upp leygardagin 13. desember kl.16.00










