Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta tríggjar milliónir krónur til verkætlanina “Havnin sum súkklubýur”.
Játtanin skal býtast upp í trý ymisk átaksøki: 1,4 mió. krónur til “átøk innan infrakervi til súkkling”, 1,4 mió. krónur til “hentleikar og aðrar umstøður til súkkling”, og 200.000 krónur til “samstørv og kampagnur um súkkling”, skrivar Tórshavnar kommuna eftir býráðsfundin, sum var í gjár.
“Átøk innan infrakervi til súkkling” fevnir um at gera súkklufarleiðir betri, sjónligari og tryggari, og um at minka hámarksferð hjá bilum á ávísum vegum.
“Hentleikar og aðrar umstøður til súkkling” fevnir um parkeringspláss til súkklur (bæði inni og úti), og hentleikar og umstøður til súkklur á arbeiðsplássum.
Og “samstørv og kampanjur um súkkling” fevnir um at samstarva við skúlar, fyritøkur o.a., og stuðla tiltøkum sum t.d. Bikeability, og at gera tiltøk, lýsingar o.a., sum varpa ljós á súkkling, heilsugóðar ferðsluvanar, súkkluumstøður v.m.
Málið varð samtykt við átta atkvøðum fyri og fimm ímóti.
Fyri atkøddu: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen, Bergur Robert Dam Jensen, Hildur Eyðunsdóttir og Guttormur í Skála.
Ímóti atkvøddu: Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Birgir Nielsen og Astrið Breckmann.
##med2##