Trý folk vilja verða prestur í Vestmanna. Tað er greitt, nú umsóknarfreistin til starvið er farin, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Sóknarpresturin í Vestmanna røkir bæði Norðstreymoyar og Vága prestagjald.
Tænastan er javnt býtt millum prestagjøldini. Kallið er serligt, tí sóknarpresturin er hirði hjá 13 kirkjusóknum, harav átta eru í Norðstreymoy.
Í hesum báðum prestagjøldum eru 4 sóknarprestar. Í tølum er býtið millum Norðstreymoyar og Vága prestagjald ávikavist 2,5 og 1,5 ársverk.
Inga Poulsen Dam, ið røkti kallið í Vestmanna í 12 ár, varð sett í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi 1. september 2012. Hetta seinasta árið hevur Marjun Bæk, prestur, røkt embætið í Vestmanna eitt skifti.
Eftir ætlan nýggi presturin í Vestmanna við kallinum 1. september ella so skjótt sum gjørligt, sigur Fólkakirkjan.