Trivnaðurin upp ? skattaprosentið niður

Málið, at hava góðan trivnað í kommununi samstundis sum farið verður undir miðvíst at lækka skattaprosentið so líðandi, kann røkkast, men høvuðsfyritreytin er, at bygdarráðið framhaldandi hevur sum fremsta mál at niðurgjalda skuldina hjá Sands kommunu. HETTA ER NEYÐUGT!

Birgir Mohr

Sandur



Okkara kommuna var ein av teimum kommununum, sum var harðast rakt av samfelagskrepuni í nítiárunum. Hvussu hart kreppan rakti her lýsist best við tí sannroynd, at skattainntøkan varð nærum hálverað, hóast skattaprosentið var og er í toppi. Hetta var ikki minst orsakað av, at størsta arbeiðsplássið her ? flakavirkið ? var stongt í fleiri ár.

Hetta hendi alt eftir at kommunan líka síðan 1970 hevði framt íløgur yvir fýra umfør við byggjan og útbyggjan av Sands havn fyri meira enn 100 mill. kr. tilsamans, umframt aðrar íløgur.

Sands havn er í dag størsta aktivið á Sandi, ein stór og trygg havn, sum er fyritreytin fyri fiskavirkinum og øllum hinum aktivitetinum har úti.

Undir og eftir búskaparkreppuna hevur tað verið neyðugt at hildið tørn og skáksiglt fíggjarliga. Skuldin varð umfíggjað saman við øðrum kommunum og Føroya Løgting hevur nú fimm ár seinni við lóg viðtikið at sanera part av skuld hjá nógvum kommunum, so allar koma at skylda minni enn tríggjar skattaálíkningar. Eisini er nú fingin til vega nýggj fimm ára umfígging av restskuldini. Hetta seinasta er ein fyritreyt fyri landspolitikkin.

Samstundis er skattainntøkan aftur vaksin, so tíðin er nú komin til at normalisera viðurskiftini aftur, tað vil siga at lækka skattaprosentið so hvørt kommunuskuldin verður niðurgoldin við umleið 10% árliga, fyri til endans at røkka málinum: kommunuskuld hægst ein álíkning. Fyrst tá kemur Sands kommuna í trygga legu og kann virka optimalt.

Fyri at náa hesum máli er neyðugt, at tey, sum verða vald inn í bygdarráðið 21. november, gera sær greitt, at hvør króna má vendast, og niðurgjalding av skuld framvegis má vera lagt í fastar rammur og fasthildið.

Bert harvið kunnu vit lækka skattaprosentið og niðurseta kommunuskattin, sum rakar allar inntøkur eins hart og harvið tey lág-løntu sera hart. Lægri kommunuskattur er ein partur av trivnaðinum, og ein fyritreyt.

Gott val!