Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Dysturin var móti Malmö. Karlskrona var leingi á odda í dystinum. Í steðginum vóru Tróndur og liðfelagarnir frammanfyri við fimm málum, 20-15.
Leiðslan minkaði í seinna hálvleiki, men Karlskrona átti munin heilt til seinasta minuttin av dystinum. Tað var ikki fyrrenn í allarseinasta sekundinum av dystinum, at Malmö kom upp á javnt 32-32, og megnaði at bjarga sær eitt stig.
Tróndur skoraði fimm mál upp á 10 mál. Tróndur legði eisini upp til tvey mál (assist).
Karlskrona er nummar fimm í deildini við sjey stigum fyri sjey dystir. Hammarby, Kristianstad og Malmö eru fremst í deildini við 11 stigum hvør.
Týsdagin klokkan 17.45 sleppur Tróndur saman við liðfeløgunum at royna seg í EHF European League. Tá spælir Karlskrona dyst á útivølli í bólki E. Tá spælir Karlskrona dyst í Budapest móti Ferancvaros.