Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu svensku hondbóltsdeildini í Brinova Arena í Karlskrona.
Tróndur Mikkelsen (myndin) og liðfelagarnir í HF Karlskrona tóku ímóti Róa Ellefsen á Skipagøtu og hansara liðfeløgum í Hallby.
Undan dystinum í kvøld høvdu bæði liðini tapt tveir dystir á rað.
Tað eydnaðist Karlskrona at vinna 30-28 á Hallby. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-15.
Tróndur skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Rói skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.
Karlskrona er nummar átta í deildini við 17 stigum. Hallby er nummar 12 í deildini við 12 stigum.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á útivølli móti Ystad.











