Tróndur og Ísak vunnu seg í EHF European League

HF Karlskrona og Sävehof hava vunnið seg í bólkaspælið í EHF European League

Tróndur Mikkelsen og Ísak Vedelsbøl sleppa við liðum sínum, HF Karlskrona og Sävehof at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Tróndur var flúgvandi, og hann skoraði heili 11 mál, tá hann og liðfelagarnir í HF Karlskrona á heimavølli vunnu 37-35 á pólska liðnum, Chrobry Glogow. Karlskrona vann fyrra undankappingardystin í Póllandi 33-30, og gjørdist talan um ein samlaðan 70-65 sigur til Karlskrona. Karlskrona var á odda 18-14 í steðginum, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Karlskrona frammanfyri við sjey málum, og 10 málum samanlagt. Chrobry Glogow megnaði at pynta um samlaðu støðuna seinastu løtuna.

 

Ísak skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof vunnu 38-36 á Malmö. Sävehof vann fyrra undankappingardystin 33-24 í Malmö, og vann sostatt ein samlaðan 71-60 sigur. Í steðginum í dystinum í dag var støðan javnleikur 20-20, men tá vóru samlað níggju mál á muni. 

 

Mikukvøldið klokkan 18 møtir Sävehof aftur Malmö á útivølli. Tá verður talan um seinnu áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini. Fyrra áttandapartsfinalan í Partille endaði við javnleiki 32-32. 

 

Sama kvøld og somu tíð spælir HF Karlskrona fyrru áttandapartsfinaluna í steypakappingini á útivølli í Göteborg móti Redbergslid.