Amerikanska Umboðsmannatingið hevur funnist at málburðinum hjá Donald Trump, eftir at hann í eini røð av Twitter boðum heitti á fýra demokratiskar kongresslimir av ymiskum etniskum uppruna at sleppa sær úr landinum.
Eftir eina sjáldsama atkvøðugreiðslu týsdagin, samtykti Umboðsmannatingið, at amerikanski forsetin hevur nýtt rasistiskan og fremmandahatskan málburð í almenna rúminum. Millum annað bleiv staðfest, at talan er um rasistiskar viðmerkingar, sum eggja til ótta og hatur mótvegis tilflytarum og littum persónum.
Millum tey, sum atkvøddu fyri at fordøma Twitter álopini hjá Trump, vóru eisini fýra kongresslimir fyri Republikanararnar.
Tær fýra kvinnurnar, sum Trump legði eftir á Twitter, Ilhan Omar, Alexandria Ocasio-Cortez, Ayanna Pressley og Rashida Tlaib, eru allar amerikanskir ríkisborgarar. Bara Ilhan Omar er fødd uttan fyri USA.
Í nógv umtalaðu Twitter boðunum, sum vóru løgd út sunnudagin, sigur Donald Trump millum annað, at tær fýra áttu at sloppið sær aftur til tey oyðiløgdu og brotsmannafíggjaðu londini, tær komu frá.
Amerikanski forsetin hevur síðani víst ákærunum aftur og afturfyri lagt Demokratarnar undir at hava ringan málburð og at lúgva.
- Hasi Twitter boðini vóru ikki rasistisk. Eg havi ikki eitt rasistiskt bein í kroppinum, segði Donald Trump stutt eftir atkvøðugreiðsluna í Umboðsmannatinginum. Dagin fyri segði hann í einum Twitter boðum, at hann legði lítið og einki í, hvat onnur halda um viðmerkingar sínar.
Rashida Tlaib, Ilhan Omar, Alexandria Ocasio-Cortez og Ayanna Pressley eru nýliga valdar inn í Kongressina fyri Demokratarnar. Tær hava verið serliga atfinningarsamar móti Donald Trump.