Trump: - Ein heil sivilisatión skal doyggja í kvøld

Amerikanski forsetin endurtekur sínar hóttanir móti Iran

Í nátt gongur freistin út, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett Iran fyri at lata Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu.

 

- Ein heil "sivilisatión" fer at doyggja í kvøld og fer ongantíð at koma aftur. Eg vil ikki, at tað skal henda, men tað vilja tey helst.

 

Soleiðis skrivar amerikanski forsetin á Truth Social seinnapartin í dag.

 

- Men nú, sum vit hava eina fullkomiliga stjórnarbroyting, kann kanska okkurt kollventandi henda - hvør veit, leggur forsetin aftrat.

 

Freistin, sum Donald Trump hevur sett Iran at lata Hormussundið uppaftur, gongur út tíðliga í nátt, og sjálvur kallar forsetin løtuna eina av teimum týdningarmestu í heimssøguni. 

 

- 47 ár við trýsti, muturi og deyða tekur nú ein enda. Guð vælsignið tað fantastska iranska fólkið!

 

Iran hevur fleiri enn 92 milliónir íbúgvar og í stødd er landið, bæði í vídd og fólkatali, nummar 17 í heiminum.

 

Í síðstu viku hótti amerikanski forsetin við at bumba Iran aftur í steinøldina, um landið ikki letur Hormussundið uppaftur fyri allari skipaferðslu.

 

Mánadagin segði Donald Trump, at Iran kann hava tapt - ella verða "slått ut", sum norskir miðlar skriva - eftir einum kvøldi, og at hetta kanska verður týskvøldið. 

 

- Hetta ljóðar sum tað bera reyp. Um tey høvdu megnað hetta eftir einum kvøldi - hví gjørdu tey tað so ikki fyrsta kvøldið?

 

Soleiðis segði Lars Peder Haga, sum starvast við norska luftkrígsskúlan, við www.tv2.no mánakvøldið. 

 

Í gjár gjørdist greitt, at Iran hevði vrakað eitt uppskot um vápnahvíld, sum Pakistan hevur latið úr hondum.

 

- Samráðingar kunnu slett ikki sameinast við ultimatum, brotsverk og hóttanir um krígsbrotsverk, segði talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmail Baghaei, í gjár.

 

##med2##

 

Keldur í Pakistan søgdu í dag við Reuters, at landið framvegis hevur samband við Iran, og at tey arbeiða við at fáa í lag samrøður.

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sigur, at USA framvegis væntar at fáa svar úr Iran, áðrenn freistin hjá Donald Trump gongur út.

 

USA og Ísrael hava í dag framt eina røð av álopum á Iran, og fleiri tíðindamiðlar vita at siga, at USA hevur lopið á týdningarmiklu iransku oljuoynna, Kharg í Persaraflógvanum.

 

Lesið eisini: Guterres ávarar USA

 

https://www.in.fo/news-detail/antonio-guterres-avarar-usa

 

##med3##

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social

Iranska oljuoyggin Kharg er rakt av fleiri álopum í dag, veit iranska tíðindastovan Mehr at siga