Trump sigur á Truth Social, at hann fyrst vil hava Kongressina at samtykkja eina vallóggávu, nevnd »Save America«, sum hann heldur vera eina »tjóðskaparliga neyðstøðu«.
Lógaruppskotið skal millum annað krevja myndaprógv, tá atkvøtt verður til samveldisval, og prógv fyri amerikonskum ríkisborgararætti, áðrenn fólk kunnu skrásetast sum veljarar.
Republikanarar hava fimm ferðir síðani mars roynt at fáa lógaruppskotið samtykt í senatinum, men uttan eydnu.
Trump skrivar, at tíðindafundurin og undirskriftin av bústaðarpakkanum eru avlýst, til vallóggávan er samtykt.
Andstøðingar halda tó, at trupulleikin við ikki-ríkisborgarum, sum atkvøða, er sera avmarkaður, og at nýggju krøvini heldur fara at raka amerikanskar ríkisborgarar, sum ikki hava lætta atgongd til pass ella føðiprógv.
Bústaðarpakkin skal gera tað lættari at byggja fleiri bíligar bústaðir og bøta um atgongdina til bústaðarmarknaðin. Sambært Reuters mangla fleiri milliónir bústaðir til rímiligan kostnað í USA.











