Trump vil spyrja Putin um russiskir fylgisveinamyndir hjálpa Iran

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at spyrja russiska forsetan, Vladimir Putin, um Russland letur Iran fylgisveinamyndir, sum verða brúktar í álopum í Miðeystri.

Tað skrivar Reuters.

 

– Eg spyrji Putin um tað. Vit fara at finna út av tí, segði Trump við journalistar umborð á forsetaflogfarinum Air Force One.

 

Útsøgnin kemur eftir, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, leygardagin segði, at Ukraina hevur skrásett virkna russiska fylgisveinaeygleiðing av Persaflógvalondum og amerikonskum herstøðum í Miðeystri.

 

Sambært Zelenskyj eru russisku fylgisveinamyndirnar endaðar í Iran, og hann heldur, at greiður samanhangur er millum tær og iransku álopini bæði undan og eftir álopini.

 

Hann sigur eisini, at fýra herflogstøðir vaktu serligan áhuga hjá Russlandi 19. og 20. juli. Tvær av støðunum eru í Bahrain, meðan hinar báðar eru í Jordan og Kuwait.

 

Reuters skrivar, at Trump hevur ikki lagt fram prógv fyri skuldsetingini, og Russland hevur enn ikki alment svarað upp á ákærurnar.