Trý starvsfólk á Engels-hernðarstøðini nærindis Saratov í Russlandi lótu lív í einum dronu-álopi síðstu nátt.
Tað upplýsa russisku myndugleikarnir í morgun.
Russar siga, at dronan varð skotin niður, og at tað vóru vrakrestirnar, sum elvdu til eina spreinging í økinum.
- Ein ukrainsk drona, sum fleyg í lágari hædd, varð skotin niður, tá hon nærkaðist Engels-flogstøðini, sigur russiska verjumálaráðið.
Lagt verður aftrat, at vrakrestir av dronuni førdu til, at trý hernaðarfólk, sum starvaðust innan tekniska økið á støðini, lótu lív.
Russiska verjumálaráðið sigur, at eingin hernaðarútgerð varð oyðiløgd í álopinum.
Bæði ukrainskar og russiskar tíðindasíður vistu at siga um spreingingar á hernaðarstøðini, áðrenn russiska verjumálaráðið váttaði tíðindini.
Sambært ukrainsku tíðindastovuni, RBC-Ukraine, vóru tvær spreingingar á russisku flogstøðini nærindis Saratov.
Russiska tíðindastovan, Baza, veit frá lokalfólkinum í økinum at siga, at ávaringarlúðrar hoyrdust, og seinni hoyrdist ein spreinging.
Engels-støðin liggur umleið 730 kilometrar í ein landsynning úr Moskva og soleiðis eisini fleiri hundrað kilometrar frá hermótinum í Ukraina.
Henda støðin, eins og ein onnur russisk hernaðarstøð, vóru hin 5. desember raktar av dronu-álopum, sum russiskir myndugleikar halda, at ukrainar stóðu aftanfyri.
Ukraina hevur ikki tikið ábyrgd av nøkrum álopi í Russlandi, men landsins myndugleikar hava sagt, at hendingarnar eru úrslit av russisku atgerðunum í Ukraina.
Tað veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
##med2##