Trý garnaskip fiska svartkalva

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi fer sjeynda parið avstað skjótt.

 

- Partrolararnir hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Av djúpvatnstrolarunum eru fýra á Íslandsrygginum og fiska tosk - og eitt sindur av blálongu og svartkalva.

 

Allir teir smáu trolbátarnir eru til fiskiskap.

 

- Tveir fiska havtasku, longu og brosmu, og hinir fiska tosk, hýsu og so eitt sindur av flatfiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at allir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni.

 

- Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.