Trý klipp í Klaksvík fyri at koyra ímóti ferðsluni

Tríggir bilførarar í Klaksvík fingu í gjár bót fyri at koyra í móti ferðslurætninginum.

Talan er um ferðsluna kring skúlan, har kommunan í eini royndartíð hevur einsrættað gøturnar kring skúlan. Talan er um ferðsluna eftir Kráargøtu oman fyri skúlan millum Gerðagøtu og Ziskagøtu, har Kráargøta er einsrættað.

Tríggir bilførarar komu í felluna her í gjár og eru skuldsettir fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum.

Tað kostar eina bót upp á 1500 krónur og eitt klipp í koyrikortið.