Hesa vikuna - vku 23 - landa trý skip til Havsbrún í Fuglafirði.
Mánadagin var Tróndur í Gøtu við 2100 tonsum, og í gjár var Fagraberg við 3000 tonsum.
Sambært heimasíðuni hjá Havsbrún landar Norðingur í dag, 3. juni.
Sagt verður, at Norðingur hevur 2000 tons.
Einki verður sagt um fiskaslag, men vit gita enn einaferð, at øll skpin hava svartkjaft.











