Tryggur ÍF-sigur

Fuglfirðingar høvdu kanska á pappírinum lættastu uppgávuna, tá teir áttu heimavølli móti Undrinum. Eingin ivi var heldur um úrslitið í dystinum, sum ÍF vann 11-1. Við sigrinum er ÍF til reiðar at spæla fjórðingafinalu, tó at tað enn ikki er greitt, hvat mótstøðuliðið verður í hesari.