Trygvi hevur eitt føðingardagsynski

Lívið hjá AB stendur upp á spæl við Stórá í Trongisvági seinnapartin

Eingin ivi er um, hvat tað er, sum AB venjarin Trygvi Mortensen ynski sær í føðingardagsgávu. Hann fyllir 49 ár í dag, og føðingardagin er hann staddur á Tvøroyri, har hann og AB spælararnir fyrireika seg til útidystin imóti TB. Um spælararnir megna at vinna trý stig verður tað søt føðingardagsgáva hjá roynda venjaranum, sum saman við AB er í tungum sjógvi.

 

Hetta hevur ikki verið kappingarárið hjá AB, og nú er støðan tann, at tað verður ógvuliga tungt, um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ídag:

-Hetta er tað, sum verður nevnt vind eller forsvind dystur. Stóra avbjóðingin hjá okkum er at spæla okkum til málmøguleikar og at vinna úrtøku burtur út teimum. Aftur í 2-1 tapinum ímóti B36 síðsta sunnudag gekk tað illa at spæla okkum til møguleikar, hóast vit vóru ellivu ímóti tíggju síðstu løtuna. Um vit skulu vinna, so er alneyðugt, at hetta eydnast í dag, sigur AB málverjin Heðin Stenberg, sum ikki hevur vunnið stig sjey tær seinastu ferðirnar. Síðsta stigið var 22. mai, tá ið tað endaði 2-2 á Toftum. AB hevur ikki vunnið síðani 16. mai, tá ið úrslitið var 3-2 heimasigur ímóti júst TB.

Rógvi Poulsen og Jobin Drangastein eru so mikið skaðadarvaðir, at tað er ivasamt, um teir eru førir fyri at spæla ídag.

 

TB venjarin Sigfríður Clementsen ásannar, at fyritreytirnar vóru ikki góðar, tá ið TB síðsta sunnukvøld tapti 4-1 í Gundadali ímóti HB.

-Fimm av teimum, sum plaga at vera millum ellivu tær fyrstu, vóru ikki við ímóti HB. Vit løgdu beinanvegin HB dystin aftur um bak, og nú ræður um at vinna fulla úrtøku ímóti AB. Hetta er so nevndur seks stiga dystur, og vit hava fyrr sæð, at tað kann gleppa hjá AB, um tað fyrst eydnast argjamonnum at vinna, sigur TB venjarin Sigfríður Clementsen.

Rógvi Joensen og Eirikur Magnusarson eru skaðadarvaðir. Salmundur Bech og Teitur Olsen eru tøkir aftur eftir leikbann, og tað eru Poul Ingason, Jákup Pauli Breckmann og Heri Hjalt Mohr eisini. Orsaka av leigusáttmálum millum TB og HB vóru teir ikki tøkir fyri einari viku síðani.