Útselt til Stig Rossen

Seinna konsertin hjá danska musical-sangaranum Stig Rossen er longu útseld, og bert fá av teimum 400 atgongumerkjunum til fyrru konsettina vóru eftir um middagsleitið í gjár.

Brandur Øssursson hevur á 19. ári tikið stig til at skipa fyri Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalinum, men enn kann hann verða tikin á bóli av áhuganum fyri teimum ymsu konsertunum á festivalinum. Onkuntíð livir áhugin als ikki upp til vónirnar, og aðrar tíðir er áhugin væl størri enn man skuldi trúð, og hetta hevur Brandur upplivað í ár, nú atgongumerkjasølan til høvuðsnavnið á festivalinum hevur gingið betur enn fyrireikarin hevði droymt um.
- Vit eru enn ikki komin so langt sum til at lýsa við festivalinum, men longu nú er útselt til fyrstu konsertina, og atgongumerkini eru av álvara um at ganga undan til seinnu konsertina, sigur Brandur Øssursson.
Tað ger ikki undran hansara minni, at atgongumerkini til konsertina við Stig Rossen eru nakað væl dýrari, enn atgongumerkini til konsertina hjá høvuðsnavninum á festivalinum plaga at vera.
- Tað sær ikki út til at atgongumerkjaprísurin hevur stygt fólk burtur, og tað er bara at gleðast um, tí tað er ikki bíligt at fáa so stór nøvn hendanvegin, sigur Brandur Øssursson.

Fluttur úr Norðurlandahúsinum
Stig Rossen hevur tvær konsertir mikudagin 3. juli. Tann fyrra verður kl. 17.00 og tann seinna kl. 20.00. Seinna konsertin er longu útseld, og til fyrru konsertina eru bert heilt fá atgongumerki eftir. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum, har pláss er fyri eini 400 fólkum til hvørja konsert.
Mikukvøldið er einasta kvøldið at Jazzfestivalurin heldur til innanfyri veggirnar í Norðurlandahúsinum, har hann annars plagdi at halda til hvørt kvøld fyrr.
Men tá Norðurlandahúsið í fjør tók stig til at skipa fyri einari árligari listastevnu, var ikki longur pláss fyri Jazzfestivalinum í húsinum. Ætlanin var upprunaliga at leggja tann tá 17 ára gamla Jazzfestivalin í endaliga hvíld í fjør, men tá Listastevna Føroya byrjaði at taka skap, gjørdist tað Brandi Øssurssyni greitt, at hon ikki kundi fylla holið eftir Jazzfestivalin, og tí varð avgjørt at halda fram við festivalinum.

Broytingar neyðuguar
Broyttu umstøðurnar noyddu Jazzfestivalin at ganga nýggjar leiðir. Festivalurin flutti út úr Norðurlandahúsinum og breiddi seg út yvir onnur støð í Havnini, eins og festivalurin varð fluttur tíðarliga frá august mánað til juli fyri ikki at fella saman við nýggju listastevnuni. Høvuðsfyrireikarin er væl nøgdur við tað nýggja skapið, sum festivalurin hevur fingið.
- Eg haldi sjálvur at Jazzfestivalurin var stagneraður eitt sindur seinastu árini í Norðurlandahúsinum. Vit dugdu ikki nóg væl at koma út millum fólk við tiltøkunum, og tí setti festivalurin ikki tann dám á býin, sum ein væl eydnaður festivalur skal gera. Nú breiða tiltøkini seg um allan býin og tað merkist á Havnini, tá Jazzfestivalurin er í gongd, sigur Brandur Øssursson.
At flyta festivalin fram til tíðliga í juli mánað hevur eisini víst seg at vera væleydnað, tí tá liggur hann tætt at stóru jazzfestivalunum í Danmark og hinum grannalondunum. Tí er nógv lættari nú at fáa stórnøvnini frá øðrum festivalum at leggja leiðina fram við Føroyum, sigur Brandur. Soleiðis kemur millum annað ein New Zealendskur bólkur nevndur The Jew Brothers Band á Jazzfestivalin, tí hann er í Danmark um tað mundið í sambandi við ein annan jazzfestival.

Minni føroyskt
19. Jazzfestivalurin líkist rættiliga nógv sær sjálvum í mun til í fjør, men nógvar royndir ríkari hevur Brandur Øssursson gjørt av at broyta okkurt. Í fjør varð fyri fyrstu ferð roynt at hava tónleikatiltøk í Sjónleikarhúsinum, men tað eydnaðist ikki væl at fáa áhoyrarar til hesar konsertir. Tískil er Sjónleikarhúsið mestsum tikið burturúr skránni hesaferð, meðan fleiri konsertir vera í Listaskálanum og á Gamla Meiarínum, sum í fjør vístu seg at vera væl umtókt millum áhoyrararnar.
Harumframt er størsta broytingin í mun til í fjør, at talið á luttakandi føroyskum bólkum er minkað nógv. Í fjør var umleið helvtin av konsertunum spældar av føroyskum bólkum, men í ár eru bara nakrar fáar føroyskar konsertir.
19. Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalurin byrjar týsdagin 2. juli við konsertum umborð á Norðlýsinum, á gongugøtuni, í Listaskálanum og Í Kagganum. Festivalurin takkar fyri seg við einari umfatandi skrá leygardagin 6. juli.